Av løgreglustøðini í Havn siga tey, at tað hevur verið ein stak friðarlig ólavsøka. Hetta skal tó ikki skiljast soleiðis, at løgreglumenninir hava havt lítið at gera:
- Tað hevur verið nógv smávegis, sum hoyrir til, tá ið so nógv fólk eru samlaðið. Nógv eru sera full. Summi eru stein í ørviti, so rúsaðið tey eru.
- Meginparturin av tíðini koyrdu vit full fólk heim. Vit hava umleið 60 síður av frágreiðingum, so tað er ikki heilt lítið. Men einki álvarsligt er hent, og tað er einans at gleðast um, sigur vakthavandi.










