Friðarhátíðin

Oddagrein:

Jólaboðskapurin ljóðar í myrku tíðini men kemur eisini um tað mundið, tá aftur gongur móti ljósari tíðum. Jólini eru tann stóra hátíðin, har fólk stákast, keypa gávur, geva gávur og tíðin, har nógv verður etið og drukkið. Jólini eru eisini strongd og fíggjarligt trýst. Børnini skulu hava gávur, ið ikki skulu standa aftan fyri tær, ið vinfólkini fáa og tey vaksnu seta seg mangan fyri meira, enn lønin ber. Onnur hava torført við at fáa til dagin og vegin orsakað av arbeiðsloysi ella sjúku.

Men jólini eru eisini tíðin, har vit verða mint á friðarboðskapin, sum fyri meira enn tvey túsund árum síðani varð boðaður nøkrum seyðamonnum uttan fyri ein fátæka bygd í Palestina. Boðskapurin var um frið á jørð, um góðan tokka manna millum og um heimsins frelsara, ið júst var borin í heim. Guds sonur var borin í heim í einum fjósi og stutt eftir gjørdust nýfødda barnið og foreldur tess flóttafolk í grannalandinum Egyptalandi, ið til alla lukku um hetta mundið hevði ein liberalan útlendingapolitikk. Tað er løgið at hugsa sær, at høvdu Jósef og Maria við einum nýføðingi lent í Kastrup í dag, so høvdu tey verið send aftur, haðani tey vóru komin, ella tey høvdu verið stongd inni í Sandholmleguni, har flóttafólk verða so illa viðfarin, at mong fáa sálarlig mein fyri lívið.

Jólaboðskapurin ljóðar í einum heimi, har lítil er friðurin og hóttanarmyndir eyðkenna gerandisdagin hjá stórum pørtum av mannaættini. Ófriður í heimlandi Jesusar, ófriður í Miðeystri, kríggj í Afghanistan, borgarakríggj í Somalia, Sudan og aðrastaðni í Afrika, hungur og hall og veðurlagsbroytingar um heimin. Vána úrslitið á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn boðar ikki frá góðum, milliónir líða hungur og hall og enn sum áður eru børnini offrini í einum heimi, har ófriður oftani er vanligari enn friður.

Hvat skulu vit so við einum friðarboðskapi í einum heimi, sum ikki tykist vilja taka við hesum boðskapi? Vit skulu sjálvsagt halda fram við at boða boðskapin, vit skulu læra at hugsa jaligt og vit kunnu jú byrja her hjá okkum, eitt nú kundu okkara politikkarar roynt at broytt politisku mentanina, so tónin gjørdist minni harðligur, samstundis sum politikarar kundu lagt seg meira eftir samstarvi enn konfrontatión. Hesin harðrendi tónin gongur út yvir okkara sjálvsvirðing, og tann, sum hevur lítla sjálvsvirðing, megnar ikki at sýna øðrum ta virðing, ið er ein fortreyt fyri friði, vælvirkandi fólkaræði og trivnaði sum heild.

Føroyar, sum hóast búskaparligar trupulleikar, framvegis eru millum ríkastu lond, kundu verið fremri á altjóða vøllinum við menningar- og humaniterari hjálp. Vit kundu í størri mun vent eygunum móti okkum sjálvum og kanna eftir, hvussu vit fara við teimum veikastu – og við hvørjum øðrum. Vit kundu støðugt roynt at vunnið okkum eitt støði fyri jaligum hugsunarhátti, har bjartskygni og vón lógu fremri enn dapurskygni og mistreysti. Soleiðis kundu vit nýtt gleðiboðskapin frá Betlehems vøllum til frama fyri øll úti sum heima. Vit í Miðlahúsinum ynskja øllum føroyingum eini gleðilig jól.