Tað vóru bara menn, sum endaðu á politistøðini í Havn um ólavsøkuna. Og teir komu allir inn at sova.
Tað er altíð onkur, sum tørnar inn á gøtuni á ólavsøku. Og tá plagar løgreglan at taka sær av teimum.
Soleiðis var eisini í ár. Men ikki var hendan av teimum ringastu, frætta vit av politistøðini.
63 mans hevði løgreglan samband við, og av teimum sluppu 17 at sova seg lidnar á støðini.
Av øðrum var bert smávegis, sigur vakthavandi. Okkurt lítið herverk og onkur lítil bardagi, sum tó einki soleiðis hevði upp á seg.










