Økið kring kirkjuna á Sandi hevur sera stóran fornfrøðiligan áhuga. Búleikast hevur verið í økinum síðani tíðliga í víkingaøld, og tað er í hesum øki, at silvurskatturin við 98 silvurmyntum frá 1000-talinum varð funnin í 1863. Einki er at ivast í, at júst mentanararvur og fornminni eru týdningarmikil aktiv hjá oynni eisini í framtíðini.
Tað sigur mentamálaráðið í skrivi, sum sent er fjølmiðlunum nú um middagin.
Lagt verður aftrat, at í kirkjugarðinum á Sandi eru framhaldandi nógv jarðfest fornminni - so nógv, at neyðugt verður at finna eina virðiliga loysn viðvíkjandi kirkjugarðinum og framhaldandi líkgrevstri á Sandi.
- Til tess at varðveita hesi fornminni til komandi ættarlið og at tryggja møguleikan fyri, at tey verða væl granskað, ásetur løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum, at tílík jarðfest fornminni eru automatiskt friðað, sama um økið er almenn ella privat ogn, sigur mentamálaráðið.
Sagt verður, at eftir fornfrøðiligar kanningar í 1980 og aftur í 1990 vórðu partar av økinum í kirkjugarðinum á Sandi loystir úr friðing, og hetta nøktaði tørvin til líkgrevstur í nøkur ár.
- Aftur í 2008 og 2009 vóru fornfrøðiligir grevstrar í økinum, og tá kom ein væl varðveittur bygningur undan kavi. Nýggjar kanningar, ið eru gjørdar við georadara, geva eisini ábendingar um fleiri fornminni í kirkjugarðinum. Fornminnisnevndin mælti tí á vári 2010 frá at taka hendan partin av kirkjugarðinum úr friðing, og tí er nú neyðugt at gera nýggjan kirkjugarð á Sandi í úrtíð so at siga.
Í vikuni var Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, á fundi við umboð fyri Sands kommunu, har landsstýriskvinnan greiddi frá, at hon hevur fingið tilmæli frá fornminnisnevndini. Í tilmælinum verður mælt til at fasthalda friðingina av Sands kirkjugarði, soleiðis at økið, ið verður mett at vera eitt hitt týdningarmesta fornminnaumhvørvi í landinum, verður varðveitt.
Landsstýriskvinnan fer nú at tinglýsa friðingina av Sands kirkjugarði.
Helena Dam á Neystabø ásannar, at støðan er trupul hjá Sands kommunu, men metir kortini, at skyldan er kommunal.
Nú verður málið viðgørt við atliti til sum skjótast at finna eina virðiliga loysn, sum allir partar kunnu liva við, sigur landsstýriskvinnan, Helena Dam á Neystabø.