French Open: Serena Williams og Maria Sharapova í finaluni

Tær eru styrkismettar sum nummar eitt og tvey í heiminum. Nú bresta Serena Williams og Maria Sharapova saman í finaluni í French Open.

 

Maria Sharapova hevur ikki vunnið á Serenu Williams síðani 2004. Tí er Serena Williams favorittur at vinna finaluna leygardagin. Serena vann uttan stórvegis trupulleikar á italsku Sara Errani, 6-0, 6-1.

 

Maria Sharapova mátti kempa harðari fyri sínum finaluplássi. Hon vann 6-1, 2-6, 6-4 á Victoriu Azarenka. Maria Sharapova er verandi vinnari av French Open. Seinast Serena Williams vann French Open var í 2002, tá hon í finaluni vann á systir síni, Venus Williams.

 

Hjá monnum verða hálvfinalurnar í dag. Novak Djokovic og Rafael Nadal møtast í aðrari hálvfinaluni, meðan David Ferrer og Jo-Wilfried Tsonga møtast í hinari hálvfinaluni.