Fremjið fólksins vilja! Fullveldið hevur 59% aftanfyri seg

ABC-samgongan hevur enn greiðan matematiskan meiriluta – gamaní. MEN tað eru nógvir mátar at samanseta bókstavir uppá, og at leggja saman prosentstig og harvið fáa ymsar samgongur við matematiskum meiriluta aftanfyri seg.

Øll vita vit, at veljarar eru sjálvstøðug menniskju við ymsum meiningum. Hesar kunnu ikki bólkast í flokkar, sum veruliga umboða allar tær margfaldu meiningarnar sum fólk hava. Tó gera vit júst hetta í politikki, tí annars gerst samstarv millum mongu fólkavaldu umboðini at kalla ógjørligt.

Ein matematiskur meiriluti, sum í hesum føri ABC-flokkarnir hava fingið, inniheldur tí eisini eina sera fjølbroytta mongd av meiningum. Og alt eftir hvat ein velur at fokusera uppá, so kunnu hesir flokkar síggja meira ella minni líkir út: tveir (A+B) eru borgarligir, tveir (B+C) eru sambands-/samríkisflokkar, osfr. Og serliga um hugt verður eftir smálutum, so kann ein finna eina ørgrynni av eins, men eisini sera ymiskum sjónarmiðum.

Anfinn Kallsberg stóð, sum øllum kunnugt, á odda fyri Fullveldissamgonguni í 6 ár, og flokkur hansara er jú eisini ein fullveldisflokkur.

Helena Dam á Neystabø var tað valevnið á javnaðarlistanum, sum fekk triðflestar atkvøður, og nógv flestar millum javnaðarkvinnur.

Hesi bæði, Anfinn og Helena, vóru millum teir tríggjar floksformenninar, sum leiddu Fullveldissamgonguna í 1998-2002 saman við formanni Tjóðveldisins.

 

Sostatt er ikki so lítið av fullveldishugagum fólki millum topparnar í ABC-samgonguni. Eitt boð hevði verið umleið helvtin – kanska eitt vet minni. Men hetta er altso um Fólkaflokkurin, Helena og sikkurt nógv onnur javnaðarfólk ikki hava broytt meining og vent fullveldishugsjónini bakið.

 

Øll andstøðan er fyri fullveldi, tó aftur treytað av at hesir tríggir flokkar, sum jú vóru í fullveldissamgongu saman í 2002-4, ikki hava broytt meining.

 

Um vit hyggja at prosentunum hjá teimum flokkum, sum í 1998 skipaðu seg í samgongu, sameindir um fullveldi sum evsta mál í føroyskum politikki, síggja vit, at hesir í dag hava ein meiriluta uppá 50,6% móti 48,8 (Miðnámsflokkurin er av góðum grundum ikki taldur við her). Í tingsessum hava teir eisini meirilutan: 17 sessir.

Og taka vit so Miðflokkin við uppí eina fullveldissamgongu, eins og teir jú vóru í 2002-4, so hevur ein tílík fullveldissamgonga heili 59 % og 20 tingsessir aftanfyri seg – móti teimum 40,4%’unum og 13 sessunum hjá Sambandinum og Javnaðarflokkinum. Og, sum sagt, hevur hesin seinni flokkur eisini fullveldishugaði fólk í sínum tingbólki, og, sera týðandi, í sínum veljaraskara.

 

Fullveldissamgongan slitnaði ikki vegna politikk, men vegna persónar, og faktiskt hava teir 4 fullveldisflokkarnir havt meirilutan líka síðani 1998 – í 10 ár nú. (Ja eisini við valið í 2004.)

Men meirilutin hevur aldrin verið størri fyri føroyskum tjóðarfrælsi – fullveldi – enn júst nú! Ikki í 1998 og heldur ikki tann 14. septembur í 1946!

Heili 59% og haraftrat ‘nøkur’ javnaðarfólk – fyri ikki at taka munnin ov fullan – eru í dag fyri einum Føroyum sum fullveldisríki. Hetta segði fólkið leygardagin gjøgnum sína atkvøðu og sínar flokkar.

 

Spurningarnir eru so: Hava flokkarnir enn somu greiðu støðu sum í 1998 og 2002?

 

Og: Lurta flokkarnir eftir sínum veljarum?

 

Og boðini til valdu politikarnar er nú sum altíð í einum folkaræði: FREMJIÐ FÓLKSINS VILJA!

Greiður meiriluti er fyri fullveldi. Hetta søgdu atkvøðurnar tann 19. januar.