Fremad Amager fekk góða byrjan, tá ið danska 1. deild byrja í summar, men í september mánaði gekk heilt galið hjá liðnum. Seinastu fimm dystirnar hevur Fremad Amager bert fingið eitt stig, og nú er liðið farið at nærkast botninum í 1. deild.
- Vit høvdu eina líknandi kreppu í oktober mánaði í fjør, tá ið vit taptu fýra dystir, men hesaferð er kreppan komin í september. Vit hava mist sjálvsálit, men nú mugu spælararnir royna at koma fyri seg aftur, sigur venjarin Benny Johansen við heimasíðuna hjá Fremad Amager.
- Eg havi havt nógvar samrøður við spælararnar síðstu vikurnar, og hetta snýr seg meira um eitt mentalt problem enn nakað fysiskt. Við øllum tapunum eru spælararnir blivnir bangnir fyri at gera mistøk, og liðið er ikki nóg ágangandi, sigur venjarin.
Mangla Andrew og aðrar
Benny Johansen sigur, at tað hevur verið trupult hjá liðnum at mangla sentralar spælarar sum Andrew av Fløtum, Kenny Thorup og Igor Vujanvic. Allir hava havt skaða í langa tíð, og Benny Johansen stúrir fyri, at teir spæla ikki aftur í ár.
Venjarin heldur, at nú ræður um at standa saman í felagnum, so at skeiva gongdin kann vendast.
- Vit hava í felag gjørt av, at vit skulu koma burtur úr hesum. Vit skulu ikki geva hvørjum øðrum skyldina fyri gongdina, men taka standa saman og arbeiða hart, sigur Benny Johansen.