Fremad Amager gav superligaliði skarpan gang

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager royndu seg ímóti FC Midtjyllandi í steypakappingini

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager, sum spælir í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini høvdu eina spennandi avbjóðing í donsku steypakappingini frammanfyri 2.588 áskoðarum á Sundby leikvøllinum á Amager mikukvøldið.

 

Fremad Amager leikti sekstandapartsfinalu ímóti superligaliðnum, FC Midtjylland. FC Midtjylland vann 3-1 á Heina Vatnsdal og liðfeløgunum, sum tó megnaðu at trýsta FC Midtjylland ímóti dystarenda, tá støðan var 2-1 til FC Midtjylland.

 

Mikkel Duelund legði FC Midtjylland á odda 1-0, tá 33 minuttir vóru farnir. Hetta hendi aftaná eitt mistak í verjuni hjá Fremad Amager. Tá Kristoffer Olsson økti til 2-0 til FC Midtjylland í 57. minutti sá ikki gott út hjá Fremad Amager, sum annars hevði havt sínar málmøguleikar áðrenn annað málið hjá FC Midtjyllandi. Men í 81. minutti fekk Olcay Senoglu spenning í dystin aftur, tá hann skoraði til 1-2, og Fremad Amager trýsti FC Midtjylland væl ta seinastu løtuna. Nigerianski leikarin hjá FC Midtjyllandi, Paul Onuacho megnaði tó at staðfesta sigurin fyri FC Midtjylland í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, og harvið verður tað FC Midtjylland, sum fer at kappast í áttandapartsfinaluni.