Frem, uttan hvørki Boga Løkin, Jónas Þór Næs ella skadda Andreas Lava Olsen á dómaraseðlinum, tapti í dag ógvuliga avgerandi botndyst á útivølli móti Kolding.
Frem kom tíðliga aftur úr við tveimum málum, men megnaði at koma upp á 2-2 tá góðir 20 minuttir restaðu av dystinum. Tíverri megnaðu teir ikki at enda dystin ordiligt, og so var tað at Kolding skoraði til 3-2. Samstundis vann Skive, sum Frem millum annað hevur kappast við, so tað skal vilja meira enn óvanliga væl til, um Frem skal bjarga sær í deildini.
Møguleikin er bara teoretiskur, tí Frem skal hava fulla úrtøku úr øllum trimum dystunum, sum eftir eru at leika, umframt at liðið eisini skal vinna 14 mál inn á Hvidovre, sum er níggju stig frammanfyri Frem.
Sostatt er líkt til, at Frem og føroyingarnir flyta niður triðbestu donsku fótbóltsdeildina.