Frem hjálpir Amager-fjepparum

- Vit harmast um, at tað ikki longur er divisionsfótbóltur á Amager. Tað er harmiligt hjá áskoðarunum, sum hava keypt árskort til dystirnar hjá FC Amager. Tí bjóða vit teimum ókeypis at býta við eitt árskort hjá Frem ístaðin.

Soleiðis sigur Hans Hermansen, formaður í danska Frem, við heimasíðuna hjá felagnum. Frem harmast almikið, at FC Amager fór at húsagang, og vil tískil geva fjepparunum hendan møguleikan. Hans Hermansen leggur afturat á www.bkfrem.dk, at Frem og Fremad Amager hava somu mentan, og hann vónar, at Amager skjótt eigur lið í bestu deildunum.

Føroysku Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen eru í løtuni knýttir at leikarahópinum hjá Frem.