Frem fekk javnt í Silkeborg

Jón Rói Jacobsen, sum av lestrarávum hevur givið avboð til føroyska landsliðið spældi allan dystin, tá lið hansara, Frem fekk ein góðan 2-2 javnleik á útivølli ímóti oddaliðnum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Silkeborg. Støðan í hálvleikinum var 1-1.

 

Silkeborg kom á odda tvær ferðir, men í báðum førum svaraði Frem aftur. Rajko Lekic legði Silkeborg á odda longu tá átta minuttir vóru spældir av dystinum. Tá farið var út um hálva tíman javnaði Søren Weibel fyri Frem. Martin Ørnskov legði aftur Silkeborg á odda, tá 62 minuttir vóru farnir, men tá bert seks minuttir restaðu av vanligu leiktíðini, javnaði Jesper Håkansson til 2-2. Í Frem eru teir sera fegnir um javnleikin ímóti oddaliðnum, sum kom væl við, tá eisini verður hugsað um fíggjarligu støðuna hjá Frem.