Frelsunarherurin vitjan av andaliga leiðaranum

Í Føroyum hevur Frelsunarherurin 130 limir, harav 90 soldátar, sum virka í samkomunum í Tórshavn og Vági. Harumframt fevnir virksemið um Herbergið í Tórshavn og viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði. 

 

Frelsunarherurin í Føroyum fær vitjan av heimsleiðarunum, Brian Peddle, generali og Rosalie Peddle, kommandøri. Í hesum sambandi verður alment møti í annaðkvøld klokkan 19.30, og møtið verður í salinum hjá Frelsunarherinum í Havn.

 

Generalurin, Brian Peddle, hevur ovastu leiðsluna av og er andaligi leiðarin hjá Frelsunarherinum.  

 

- Talan er um ein her við 1.300.000 soldátum í 132 londum kring heimin. Harumframt eru umleið 200.000 fólk, sum hoyra til felagsskapin og sløk 500.000 børn og ung. Ein herur, ein uppgáva - tilreiðar at tæna heiminum.   

 

Frelsunarherurin hevur altíð latið gleðiboðskapin og sosiala arbeiðið gingið hond í hond. Kring heimin rekur Frelsunarherurin 230 barnaheim, 220 viðgerðarstovnar, 150 ellisheim, 30 sjúkrahús, 40 føðisjúkrahús og 40 gøtusjúkrahús og annað. 

 

Í Føroyum eru 130 limir, harav 90 soldátar, sum virka í samkomunum í Tórshavn og Vági. Harumframt fevnir virksemið um Herberg Frelsunarhersins í Tórshavn og Viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði. 

 

Frelsunarherurin í Føroyum hoyrir undir felagsøkið Noreg, Ísland og Føroyar og er undir leiðslu av kommandørunum, David og Lisbeth Welander.  Hesi bæði, umframt onnur í leiðsluni fyri økið, verða við í ferðalagnum til Føroya.

 

Frelsunarherurin er ein altjóða evangelisk rørsla og ein partur av alheims kristnu kirkjuni. Boðskapurin byggir á bíbliuna.

 

- Tænastan er sprottin av kærleika til Gud. Uppgávan er at boða Jesu Kristi evangelium og í Hansara navni møta menniskjaligum tørvi - uttan at gera mismun, sigur Frelsunarherurin í Føroyum í tíðindaskrivi í samband við vitjanina.