Frelsunarherurin byggir nýggj hús

Frelsunarherurin í Vági byggir nú nýggj og stásilig hús og týsdagin setti 85 ára gamli Fredrik Joensen spakan í. Frelsunarherurin hevur verið partur av býarmyndini í Vági í eini 55 ár


Tað er ikki smávegis byggiætlan, sum Frelsunarherurin í Vági er farin undir. Kostnaðurin er mettur at liggja omanfyri hálvafjóðru millión. Tað eru tó ikki vágbingar sjálvir, ið bera allan kostnaðin, men Frelsunarherurin í Noreg hjálpir við størsta partinum og eisini hava fólk og fyritøkur hava eisini stuðlað.
Spakin settur í
Týsdagin 15.apríl varð spakin settur í á grundøkinum við høvuðsvegin miðskeiðis í Vági, tætt við skúlan og kirkjuna. Tað var 85 ára gamli Fredrik Joensen, sum setti spakan í. Hann hevur verið soldátur síðani 1949 og hevur í 47 ár havt sunnudagsskúlan um hendi. Hann er elsti maður í samkomuni og familjan er virkin í samkomuni.
Nýggju húsini hava sal, ið rúmar 250 fólkum. Køkur er, so tiltøk av alskins slag kunnu havast og ein minni salur, har barnaarbeiði og annað kann fara fram. Atlit eru tikin til rørslutarnað við atkomumøguleikum og wc til rørslutarnað, Ovast er stór íbúð, har leiðarar kunnu búgva. Kjallari er eisini í húsinum, sum kann nýtast til ymiskt virksemi.
Húsini eru í tveimum hæddum, hvør 308 fermetrar, og so er íbúðin ovast afturat og er hon okkurt um helmingin til støddar. Húsini standa ætlandi klár 1. februar komandi ár og verða tikin í nýtslu so skjótt til ber.
Langa søgu í Vági
Frelsunarherurin í Føroyum er fyrst og fremst kendur frá virkseminum í Havn, men herurin hevur eisini drúgva søgu í Vági.
Søguliga sagt, so var tað metodistapresturin William Booth, sum í 1865 fekk kall frá Guði og fór at starvast millum tey ringast staddu í London. Rørslan vaks og fekk navnið Frelsunarherurin og er í dag í fleiri enn 100 londum.
Teir fyrstu soldátarnir í Vági vórðu vígdir í Havn, men í stutt eftir, í 1939, vóru Alma og Elly Joensen vígdar í Vági. Tað var í pakkhúsinum "Valensia", sum Magnus Weihe átti.
Fasta virksemið í Vági byrjaði 9. november í 1947. Ólavur og Brynhild Wasa vóru fyrstu leiðarar og farið var at fáa pening at keypa hús fyri. Væl gekk og eini gomul hús vórðu keypt, húsini hjá "Eiðis Jóhan Paula". Í 1948 var Signy Nordenskjold sum tann fyrsta vígd soldátur har. Virksemið vaks skjótt og brátt vóru yvir 50 soldátar, umframt juniorsoldátar.
Í 1993 vóru onnur hús keypt til Frelsunarherin í Vági, men síðani hevur verið prátað um at byggja nýtt. Ringt er hjá eldri fólki at koma til og ofta er plásstrot, so farast má í onnur høli. Eitt familjumøti kann savna 235 fólk og ein vika við barnamøtum 800 fólk.
Í eini 55 ár hevur Frelsunarherurin verið partur av býarmyndini í Vági og týsdagin var spakin settur í til nýggjan og stásiligan bygning mitt í býarmyndini