Frelsunarherurin 50.000 kr. frá LC Eysturoy

Mánakvøldið var hugnalig samkoma í Kafé Inn við Norðskála, har Lions C Eysturoy handaði Frelsunarherinum ein kekk á 50.000 krónur til tað megnararbeiði, sum felagið ger fyri heimleys í Føroyum við sínum Herbergi í høvuðsstaðnum

Gáva

Tað var formaðurin í Lions C Eysturoy, Poul Rustin, sum handaði kekkin, og tað var ein takksamur, Sámal Jákup Joensen, sum tók ímóti honum.
Sámal Jákup er leiðari hjá Frelsunarherinum í Føroyum.

Stórur áhugi

Gávan, sum Lions C Eysturoy gevur felagsskapinum, er nettoinntøkan frá páskaframsýningini, sum Lions-felagið í Eysturoy á hvørjum ári hevur í Runavíkar skúla.
Á framsýniningini hesaferð vístu eini 50 fólk fram sínar málningar og myndir, sum plaga at vera út við 400 í tali.
- Framsýningin hevur stóran áhuga, og tí noyðast vit at seta mark fyri, hvussu nógvar málningar hvørt einstakt listafólk kann hava við. Vit plaga at siga, at eini 4-5 málningar ella myndir er hóskandi, men tey eru nógv, sum á hvørjum ári eru til reiðar at koma við fleiri listaverkum, sigur Poul Rustin.
Á framsýningini verða eisini lutaseðlar seldir, eins og atgongumerkið er ein lutaseðil.
Poul sigur, at Lions C Eysturoy fær 15% av søluni av listaverkunum, men í summum førum lata tey, sum sýna fram, heldur eitt listaverk, sum svarar til prosentini.
- Tað hendir eisini, at onkur framsýnari bæði letur prosentini og eitt listaverk aftrat, sigur hann.

Hugtakandi

Sámal Jákup Joensen segði, at honum untist ikki at vera við til sjálva framsýningina í Runavík, men kona hansara var við, og tað var hornorkestrið hjá felagsskapinum eisini.
- Tey vóru ógvuliga hugtikin av framsýningini, tí umframt kend nøvn innan okkara listarliga umhvørvi, høvdu eisini vanlig fólk ? um ein so kann siga ? høvi at sýna fram sínar frálíku myndir, og tað setir ein serligan dám á eina slíka framsýning.
Leiðarin hjá Frelsunarherinum segði, at gávan kemur væl við, og at felagsskapurin hevur nógv at brúka hana til.
- Vit hava nógv hol at typpa, segði hann.
Poul Rustin segði seg vóna, at Frelsunarherurin, sum eitt nú ger eitt gott arbeiði fyri tey heimleysu í Føroyum, fær brúkt peningin so væl sum gjørligt.
Á samkomuni í Kafé Inn við Norðskála varð borðreitt við leskiligum mati til tey umleið 17 fólkini, sum komin vóru saman til handanina av kekkinum.

Afturvendandi tiltøk

Páskaframsýningin hjá Lions C Eysturoy hevur eftirhondini nógv ár á baki. Fyrstu ferð, felagið tók stig til listaframsýning í Eysturoy, var í 1978, og síðan 1980 hevur vælumtókta og væl vitjaða framsýningin verið í Runavíkar skúla.
Lions C Eysturoy er stovnað 25. oktober 1969, og síðan 1970 hevur verið skipað fyri árligari kappsigling á Skálafjørðinum.
Hini Lions-feløgini í Føroyum eru LC Tórshavn, sum er stovnað 19. november 1966, LC Klaksvík (11. mars 1978), LC Vágar (14. apríl 1986) og LC Suðuroy, sum er stovnað, 14. juni 1986.