Frelsararnir á ólavsøku

Reyði Krossur hevur trúfast á hvørjari ólavsøku nógvar samarittar, sum skulu vera til taks, um skaðar henda. ?Her er nokk at gera. Tað hevur kanska verið eitt sindur friðarligt um dagarnar og kvøldini, men um náttina er ongin orsøk at vera arbeiðsleysur,? sigur Anna Midjord, ið er ein av teimum 11 samarittunum, sum í nátt fara at vera klár at hjálpa, um tað gerst neyðugt.

?Enn hevur eingin álvarsamur skaði verið ? tíbetur. Teir flestu skaðarnir eru knýttir at alkoholyvirnýtslu. Summi hava ´bara´ drukkið for nógv, og tey verða løgd at sova. Onnur vilja spýggja, teimum geva vit spýggjubakkar. So er tað aftur onnur, ið hava kokt fótin. Við øðrum orðum er tað mest smáskæðar, ið hava verið,? sigur Ásla Christiansen.

?Vit hava verið runt á teimum ymsu festivalunum, og mugu vit siga, at ólavsøkan hevur verið yvirraskandi friðarlig viðvíkjandi skæðum samanborið teimum,? sigur Anna, ið tó ikki ivast í at fáa nokk at gera í nátt.