Frekur dansur í Klubbanum á Tvøroyri

Á midnátt leygarkvøldið trínur Denice Klarskov á pallin í Klubbanum á Tvøroyri. Denice Klarkov er kend innan filmframleiðslu av tí frekara slagnum – bæði sum leikari og sum leikstjóri.

 

Hóast filmar av hesum slag allarhelst eru eitt avgjørt hitt eitt leygarkvøld, so er tað ikki hetta, sum Tvøroyrar Klubbi ætlar at borðreiða við.

 

Hetta kvøldið verður tað livandi framførsla, tá ið Denice Klarskov letur seg úr frammanfyri suðuroyingunum, sum koma á gátt.

 

Fyrireikarar lova, at dansurin verður av tí eggjandi slagnum.

 

Denice sigur seg vóna at síggja nógvar vælhýrdar suðuroyingar leygarkvøldið, og hon lovar eitt minniligt kvøld.

 

DJ Hustler stendur á odda fyri tónleikinum, og verður nýtt og gamalt at hoyra hetta kvøldið.

 

Hesum boða fyrireikarar frá i dag.