Tá fyrstu tónarnar frá Nik & Jay floymdu út úr donskum lurtitólum í 2002 varð ferð sett á eina heilt nýggja kós í danskari tónleikasøgu. Meðan tann nýggjara danska rokkbylgjan rættiliga gjørdi um seg – ja, so settu Nik & Jay seg væl til rættis á toppinum av poppinum.
Teir gjørdu ikki bara vart við seg á hittlistunum, men eisini stóru tónleikapallarnir vóru kollveltir av hesum báðum ungu dreingjunum í stórum, víðum buksum og keppi á høvdinum. Kuli klædnastílurin gav beinanvegin umtalu í donsku ungdómsbløðunum og skjótt taldust teir báðir millum teir heilt fremstu trendsetararnir. Við einum ekstravagantum lívstíli, stórum sólbrillum, sjálvsáliti og reypi saman við løgum, sum tú ikki kansti fáa úr høvdinum aftur hava Nik & Jay langt síðani sligið fast, at teir eru komnir fyri at vera og við einfaldnum løgum sum ”HOT” og ”Boing” fylla teir enn dansigólvini í danska ríkinum. Men tann heldur meira álvarasama síðan av lívinum verður tó ikki gloymd. Fólksligu løgini ”En Dag Tilbage” og ”Når Et Lys Slukkes” verða brúkt til jarðarferðir og hava harvið prógvað, at alt ikki bara snýr seg um naknar yvirkroppar og at síggja gott út.
Nik & Jay rappa, syngja og skriva øll løgini sjálvir – men í søguni um poppdreingirnar sleppa vit ikki uttanum framleiðslutoymi Jon, Jules og umboðsmannin Thomas Mårtensson. Hetta eru fimm dreingir, sum hava verið vinmenn síðani tannáringaárini – og saman settu teir á stovn felagið Nexus Musix við einum felags ynski um at gera vart við seg í donsku og útlendsku tónleikavinnuni.
Royndum hava teir nóg mikið av. Nik & Jay hava sungið og rappað í fleiri ár – í byrjanini sum eitt slag av undirgrundstónleiki, men hava teir í dag gjørt heilt greitt, at teir bara vilja at sleppa at gera tað, sum teir nú einaferð hava hug til. Jon og Jules hava eisini fleiri ár aftanfyri seg í donsku tónleikavinnuni, meðan Mårtensson mest av øllum er kendur sum ein tónleikaligur íverkseti.
Saman hava teir verið provokerandi, sjarmerandi og á palli klára teir alt. Teir hava verið hataðir, elskaðir og eru vanir við bædi at framføra fyri minni mongdum og eisini fyri fleiri 10.000 fólkum. Tí kunnu vit eisini verða vís í, at vit um bara heilt stutta tíð sleppa at uppliva nakað heilt stórt á ársins Summar Festivali..
Kelda: www.nikogjay.dk