Fregnir - ein frísk nál í føroyska blaðheiminum

Dimmalætting 124. árgangur, Sosialurin 68 árgangur, Dagblaðið 66. árgangur, Norðlýsið 51. árgangur og Oyggjatíðindi 24. árgangur.Fregnir er komið á gøtuna. 1. árgangur nr. 1. Vikublaðið, hvørs óddagrein liggur á sjálvstýrissíðuni, men hvørs innihald annars er óheft flokkspolitiskt liggur í sølubúðunum. Frískt og óspilt og verður ikki ørvísi enn tað sum verður lagt í tað av tilfari í framtíðini.

 

Dimmalætting 124. árgangur, Sosialurin 68 árgangur, Dagblaðið 66. árgangur, Norðlýsið 51. árgangur og Oyggjatíðindi 24. árgangur.Fregnir er komið á gøtuna. 1. árgangur nr. 1. Vikublaðið, hvørs óddagrein liggur á sjálvstýrissíðuni, men hvørs innihald annars er óheft flokkspolitiskt liggur í sølubúðunum. Frískt og óspilt og verður ikki ørvísi enn tað sum verður lagt í tað av tilfari í framtíðini.


24 ár eru ligin síðan ein stórhending av slíkum slag hendi í føroyska blaðheiminum, tá kom Oyggjatíðindi fyrstu ferð á gøtuna, prentað sum dagblað á vanligum avíspappíri og í hesum tíðarskeiði eru fleiri bløð deyð, ella liggja í dvala. 14. september svevur, Tingakrossur svevur og Dagblaðið hevur slept vanligum tíðindaflutningi. Hetta blað er einasta eftir av teimum gomlu flokkspolitisku bløðunum, sum enn stendur við gamla setningin, at vera boðberi hjá flokkinum.

Støddin á Fregnum er sum á Dimmalætting og fólkini á Fregnum hava megnað at skapt eina sera flotta útgávu, fyrsta útgávan. Flott uppsettar greinar, nógv luft, leikur við myndum og skemtiligum speisemi í tekstinum.


Tørvur á slíkum blaði

Ábyrgdarblaðstjórin á Fregnum, Sjúrður Skaale er ikki nýggjur í føroyska blaðheiminum, Hann hevur starvast sum journalistur á Sosialinum, Dimmu og í sjónvarpinum. Hann hevur eisini á heilt ungum árum roynt seg sum myndamann á Tingakrossi.

-Vit eru sera spentir at vita, um marknaður er fyri einum vikublaði í Føroyum. Tað er eyðsýnt, at tørvur er á tí. Vit fara at halda okkum til evni, sum krevja drúgva tíð at viðgerða og sum hini bløðini ikki vanliga hava stundir til at taka sær av, sigur Sjúrður Skaale.

-Tilfarið í blaðnum er óheft. Vit eru óheftir flokkspolitiskt. Oddagreinin er á fullveldisleið og tað halda vit er neyðugt. Oddagreinarnar í Dimmu og Sosialinum eru ikki á fullveldisleið, so her er ikki javnvág í, sigur Sjúrður Skaale.

-Vit vera ikki málgagn fyri nakran flokk. Tað er rætt, at politikkarar hava sett pening í blaðið, men av teirri orsøk fáa teir ikki ávirkan, sigur Sjúrður Skaale.

Blaðið er sterkt peningaliga. Setningurin var at hava eina millión í partapeningi at byrja við, hetta mál er ikki rokkið enn, men ikki er langt á mál.

Ætlanin er ikki í framtíðini at fara at geva Fregnir út sum dagblað.


Sjúrður Skaale, blaðstjóri við fyrstu útgávuni av Fregnum í hondini. Mynd: Jens Kr. Vang