Freestylað list um deyðarevsing

Fyrradagin var plátan blonk. Nú hava fýra listafólk teknað og málað, so plátan er vorðin eitt listaverk við deyðarevsing sum tema.

Amnesty hevur í ár eina kampagnu koyrandi, sum varpar ljós á deyðarevsing. Hon kallast ’Keep the Beat Alive’.

- Hetta er eitt orðaspæl, ið hevur sum endamál at fáa fólk at hugsa, at tónleikur og menniskju eru best livandi, sigur Jacoba Kruse, ein av samskiparunum hjá Amnesty.

- Vit settu okkum í samband við hesi fýra listafólkini og spurdu, um tey høvdu tímað at málað ein málning á G!, sum lýsti hetta evnið, sigur Jacoba víðari.

Ein av listamonnunum handan málningin er Ólavur S.T. Thorsteinsson (uttast til høgru).

- Vit komu higar uttan nakra sum helst beinleiðis ætlan. Plátan var blonk, og vit skuldu bara freestyla, sigur Ólavur.

Tey fýra listafólkini eru umframt Ólav, Ludvík á Brekku, Silja Eystberg Wendelbo (næst frá vinstru) og Kristina Joensen.

- Tað áhugaverda við hesi samanseting er, at vit hava øll ymiskar styrkir, og vit komplementera væl hvønn annan.

Húkandi og uppgevandi maður, friðarfuglur, andlitsúttrykk og marmendlar. Hetta eru alt ymisk motiv, ið á ymsan hátt varpa ljós á deyðarevsing.

Enn er málningurin ikki liðugur.

- Vit mála frá 15 til 20 hvønn dag. Tað er ein dagur eftir at mála í, og tað sæst eisini á málninginum. Men í morgin eru vit uttan iva komin á mál.

Fyri fyrst skal 4,80x1,20m málningurin brúkast í kampagnuni hjá Amnesty í summar.

- Hvar málningurin endar aftaná, dugi eg ikki at siga. Kanska fer hann at prýða onkra stovu onkra staðnis í Føroyum, sigur Ólavur at enda.