Liðið sum hevur Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara, Fredrikstad FK fekk frammanfyri einum fullsettum heimavølli eina rimmar upptakt til norska tjóðardagin, ið er í morgin.
Fredrikstad vann á heimavølli stórsigur 4-1 á Strømsgodset úr Drammen.
Longu í triðja minuttinum legði Stian Molde Fredrikstad á odda 1-0. Bert fýra minuttir seinni javnaði Strømsgodset til 1-1. Tá trettan minuttir vóru leiktir legði Fredrikstad seg á odda við einum sjálvmáli, og fimm minuttir undan steðginum økti Morten Bjørlo til 3-1. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin staðfesti Oscar Aga sigurin.
Brandur Hendriksson kom á vøllin fyri Fredrikstad tá 64 minuttir vóru leiktir av dystinum. Jóannes Bjartalíð er framvegis uttanfyri við skaða.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá norska TV2 frá dystinum.
Fredrikstad er fjórðfremst í bestu norsku deildini við 17 stigum fyri átta dystir.
Fredrikstad hevur nú vunnið sjey dystir á rað í bestu deildini og í steypakappingini.
2. hvítusunnudag, mánadagin 20. mai klokkan 16 spælir Fredrikstad á útivølli móti Lillestrøm.
##med2##