Fredrikstad møtir Vålerenga í fjórðingsfinaluni

Hitt føroyingaliðið, Sandnes ULF møtir Levanger í fjórðingsfinaluni

Tvey føroyingalið hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini.

 

Talan er um Fredrikstad, ið hevur Brand Hendriksson og Jóannes Bjartalíð í hópinum, og Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara.

 

Hitt liðið er liðið hjá U21-landsliðsleikaranum, Gullbrandi Øregaard, Sandnes ULF.

 

Norska fótbóltssambandið hevur trekt lut, og gjørdist lutakastið til fjórðingsfinalurnar hetta:

 

Vålerenga - Fredrikstad

Sandnes ULF - Levanger

Strømsgodset/Lillestrøm - Molde 

Stabæk - KFUM Oslo

 

Vålerenga spælir í næstbestu deildini, so tað skuldi verið ein góður møguleiki hjá Fredrikstad at vunnið seg í hálvfinalurnar. 

 

Levanger spælir eins og Sandnes ULF í næstbestu deildini.

 

Fjórðingsfinalurnar vera ikki spældar fyrrenn 6. oktober. Hálvfinalurnar vera spældar 30. oktober, og finalan verður spæld á Ullevaal leikvøllinum í Oslo 7. desember.