Fredrikstad hevur aftur fingið stig móti á útivølli móti einum toppliði í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Fredrikstad megnaði í dag á javnleik 1-1 móti Viking Stavanger á útivølli.
Morten Bjørlo legði Fredrikstad á odda við einum dreymahøggi frá 18 metrum tá bert átta minuttir vóru leiktir av dystinum.
Viking Stavanger javnaði í 33. minutti.
Brandur Hendriksson kom á vøllin fyri ein skaddan Oscar Aga tá 35 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Fredrikstad er nummar 10 í deildini við fimm stigum fyri fýra dystir, men tað er aftaná torførar dystir móti trimum toppliðum, Bodø/Glimt, Brann Bergen og Viking Stavanger.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum í Stavanger.
Komandi hósdag klokkan 17 spælir Fredrikstad dyst á útivølli móti Eik-Tønsberg úr triðbestu deildini í øðrum umfarinum í norsku steypakappingini.