Føroyski landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson og liðfelagarnir í FC Fredericia, sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini stríddust manniliga ímóti FC Keypmannahavn, sum spælir í bestu donsku fótbóltsdeildini. Aftaná longda leiktíð vann FC Keypmannahavn 2-1 á Fredericia í áttandapartsfinaluni í donsku steypakappingini.
Rógvi var við frá byrjan hjá Fredericia í dystinum í kvøld, meðan søgan endurtók seg hjá Brandi Hendrikssyni, sum var við í hópinum, men hann fekk onga tíð á vøllinum.
Lokala blaðið "Fredericia Dagblad", skrivar, at FC Keypmannahavn hevði bóltin væl meir enn heimaliðið, sum hevði Rógva Baldvinsson í verjuni.
FC Keypmannahavn legði seg á odda í 28. minutti, tá Danny Amankwaa royndi seg við einum skoti útifrá. Jeppe Højbjerg í Fredericia-málinum bleiv lumpaður av, at bólturin bleiv avrættaður, og so var 1-0 til FC Keypmannahavn. FC Fredericia fall tó ikki í fátt, og tveir minuttir undan steðginum javnaði Nikolaj Hagelskjær, aftaná eitt væl gjøgnumspælt álop hjá Fredericia.
Støðan var framvegis 1-1 aftaná 90 minuttir, og liðini máttu í gongd við longda leiktíð. Longda leiktíðin var ikki nógv meir enn byrjað, so fall sigursmálið hjá FC Keypmannhavn, tá Kasper Kusk avgjørdi dystin og sendi FC Keypmannahavn í fjórðingsfinaluna.
Fredericia Dagblad meinar tó, at FC Fredericia kunnu verða nøgdir við dystin, og høvuðsvenjarin hjá FC Fredericia, Ove Petersen heldur enntá, at teir vóru betra liðið.










