Føroyski landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson var skiftur inn frá byrjanini av seinna hálvleiki, tá lið hansara í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini, Fredericia FC vann torføran útidyst ímóti FC Vestsjælland.
Sigursmálið hjá FC Fredericia fall longu í sjeynda minutti. Marco Hansen spældi Dennis Høegh leysan, sum ikki sveik álitið, men skoraði til 1-0, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Talan gjørdist um ein dyst, har fitt av málmøguleikum vóru til bæði liðini. Rógvi Baldvinsson kom inn fyri Oliver Feldballe við byrjanina av seinna hálvleiki. Enn hevur Rógvi ikki spælt so nógvar dystir frá byrjan fyri Fredericia, men talan hevur verið um rættiliga fitt av spælitíð hjá føroyska landsliðsspælaranum. Heimasíðan hjá Fredericia skrivar, at tað var ein ræðuligur stórur stríðsvilji, sum tryggja Fredericia tann fyrsta sigurin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í longri tíð.
Fredericia liggur á einum fimta plássi við 20 stigum, men bert eitt stig er upp til Vejle á triðja plássinum, sum gevur uppflyting til superliguna.
Komandi fríggjakvøld spælir Fredericia á útivølli í Skive.










