Fredag Kambsenni

Føddur 12/6-1923 – Deyður 9/2-2009

Stillisliga fór hann mánamorgunin 9. februar inn til ta undurfullu hvíldina, sum hann dag og dagliga sang, spældi og vitnaði um við lívi sínum. Eg kom at kenna Fredag fyri 48 árum síðani í samband við konu mína, Judith. Fredag var mammubeiggi hennara. Tá vóru vit av og á inni á gólvinum hjá Hilmu, fyrru konu hansara, og honum, í Fuglafirði, og nutu samfelagið og blíðskapin frá teimum. Tey fingu børnini Marnhild og Carsey.


Fredag sigldi tá sum kokkur við millum øðrum skipunum hjá Skipafelagnum Føroyar, “Lómi” og “Bliki” millum Føroyar og Danmark. Eisini var hann kokkur við donskum frystiskipum, sum sigldu millum Europa og Amerika. Tað, sum undraði meg stórliga tá, var tann vilji og tað ágrýtni, ið hann legði fyri dagin, við teirri sjúku, ið hann hevði at dragast við. Hann leið nevniliga av eini ringari sjúku í rygginum, sum hann ongantíð slapp av við. Tiltikin góður kokkur var hann.


Nøkur ár eftir at Harrin hevði tikið Hilmu, konu hansara, heim í dýrdina, kom Fredag at kenna Edith, dóttir Ellu og Jógvan Højbro í Klakksvík. Tey giftust og Fredag flutti tá til Klakksvíkar. Tey høvdu nú livað saman í fyrimyndarligum hjúnalagi í úti við 30 ár, og øll hesi mongu ár hevur Edith verið honum ein dyggur stuðul. Tað kom nú heldur ikki illa við fyri Heygabúðina, at Edith fekk ein framúr góðan kokk til mann. Tað munnu vera fá húski í Klakksvík, sum ikki hava roynt knettini, frikadellurnar, rullupylsurnar og kjøtpylsurnar frá Fredagi, sjálvandi við stórari hjálp frá konu hansara Edith. Takast skal tó ikki frá Ell-ommu, ið var upprunin til tær sera væl umtøktu kjøtpylsurnar, sum eru víða kendar, eisini út um býarmark.


Fredag var ein sera væl dámdur og vinsælur maður, og verður stórliga saknaður av millum øðrum teimum í tilhaldinum í Víkunum, børnunum í barnagarðinum úti í Grøv, á røktarheiminum og sjúkrahúsinum, har munnharpan og mandolin ofta vóru havt á lofti. Serstakliga stórliga verður hann saknaður í BETESDA, sum var hansara andaliga heim, og har hann altíð var at finna til øll møtini, sum hann ofta tók lut í bæði við vitnisburði, sangi og munnharpuni. Øll minnast sangin nr. 620, sum hann ógvuliga ofta gav út: “Nærri, enn nærri, hjarta títt til, Frelsari drag meg, har vera eg vil .....”


Táið sjónin fyri nøkrum árum síðani fór at bila, lá tað ikki fyri hjá honum at koyra bil, og hóast Edith hevur koyrikort, so bleiv tað Jóhannes í Garðinum (Kanjon), sum við sínum bili tók sær av koyringini til og frá møtunum og aðra staðir, har teir funnu uppá at fara. Eisini gjørdu teir báðir nógv av at spæla saman – Jóhannes uppá banjo og Fredag mandolin. Einki er at ivast í, at Jóhannes fer at sakna hendan felagsskapin stórliga.


Fredag var sjáldsama familjukærur. Tey vóru 10 systkin, so tað er eyðsæð, at eitt stórt tal av makum, børnum og barnabørnum eru komin undan og eru spjadd kring alt landið, umframt eisini í Íslandi og Danmark. Sigast má, at tað er fyrimyndarligt, hvussu hjartaliga hann hevur hildið sambandið við øll hesi við líka – bæði við telefonsamrøðum og koyring kring alt Føroya land, umframt at ferðast uttanlands í somu ørindum. Eg eri sannførdur um, at øll hesi fara at sakna Fredag á serstakan hátt. 


Mikkjal á Bergi