Eitt týskt herskip hevur funnið eina franska tvíkilju í Adenvíkini úti fyri jemensku strondini, men manningin var ikki at síggja. Tað sigur uttanríkisráðið í París við fronsku tíðindastovuna AFP.
Uttanríkisráðið sigur, at manningin á tvíkiljuni sendi neyðarkall, og teir fronsku myndugleikarnir bóðu skip í teirri serligu ES-herskipadeildini, sum verjir handilsskip ímóti sjórænarum, fara teirri neyðstøddu tvíkiljuni til hjálpar. Men tá tað týska herskipið kom á staðið, rak tvíkiljan fyri vág og vind, og einki fólk var umborð.
Tað er ikki greitt, hvussu nógv fólk vóru við tvíkiljuni, ella hvat kann vera hent teimum, men somaliskir sjórænarar hava tikið nógv skip á hesum leiðum.










