Franskur landsliðsspælari small um

Eingin grunaði nakað sum helst, tá Gomis brádliga small í svørðin, og bæði sjónvarps- og myndatól koyrdu við fullari ferð, meðan eykamálverjin, Cedric Carrasso, ýldi til læknarnar um hjálp.

Gomis varð alt fyri eitt fingin av vøllinum, og einar 10 minuttir seinni var hann á fótum aftur ? og fór alt fyri eitt út til venjing aftur.

Talan er eftir øllum at døma um epilepsi-herindi, og venjarin hjá Lyon, Claude Puel, sigur við fronsku miðlarnar, at talan als ikki er um fyrstu ferðina, at Gomis er fallin í óvit undir venjing.