Franskt rannsóknarskip á vitjan í Føroyum

Í morgun kl. 9.00 legði franska havrannsóknarskipið Beautemps-Beaupré frá landi aftur fyri at halda fram við arbeiðinum á hesi tríggjar mánaðar longu rannsóknarferð í økinum millum Ísland og Norra. Skipið ger serliga kanningar av alisfrøðiligu og evnafrøðiligu viðurskiftunum í havinum so sum saltinnihaldi, hitastigum og útskifting og kanningar av havjarðfrøðiligum slagi.

 

Høvuðsendamálið er kortlegging og dagføring av sjókortum – til almenna nýtslu til sigling sum heild. Skipið hevur heimstað í Brest. Skipið hoyrir til franska herflotan eins og manningin, sum telur umleið 30 fólk. Men granskaraliðið, sum telur eini 20 fólk, er knýtt at hydrografiska stovninum SHOM (Service hydrographique et océanographique de la Marine).

 

Beautemps-Beaupré hevði sín fyrsta steðg á hesi rannsóknarferð í Føroyum. Skipið fer annars  í havn í Bergen, í Reykjavík og at enda fer tað inn á Akureyri. Haðani gongur leiðin aftur til Brest, har granskaraliðið fer í land at arbeiða víðari við innkomnu upplýsingunum. Tá fer annað granskaralið umborð og fer á aðra rannsóknarferð.

 

Meðan Beautemps- Beaupré var á Havnini var høvi hjá granskarum umborð at vitja á Jarðfeingi og á Havstovuni, eins og granskarar/starvsfólk á hesum báðum føroysku stovnum vóru umborð og vitjaðu. Hetta var ein virðismikil og inspirerandi dagur fyri báðar partar - ikki minst nú Føroyar fyrireika nýtt Havrannsóknarskip. Kapteynur og yvirmenn vitjaðu eisini Arktisk Kommando og landsstýrismaðurin, sum varðar av gransking av havbotninum (Jarðfeingi), Poul Michelsen, var á kurteisivitjan umborð saman við umboðum fyri føroyska gransking av havbotni og havi. Partar av manningin fingu høvi at hoyra sangbólkin KATA í Norðurlandahúsinum mánadagin.

 

– Hetta var ein av konsertunum, sum festivalurin, Summartónar, hevði á skrá. Tær fimm songkvinnurnar hugtóku veruliga, eins og manningin sum heild fekk eina góða uppliving í Føroyum, sigur Hann Jensen, franskur konsul í Føroyum.

 

Kapteynur og yvirmenn vitjaðu eisini Arktisk Kommando og landsstýrismaðurin, sum varðar av gransking av havbotninum (Jarðfeingi), Poul Michelsen, var á kurteisivitjan umborð saman við umboðum fyri føroyska gransking av havbotninum og havi. Eisini synir ein tílík vitjan, hvørjar møguleikar Føroyar hava at gerast ein veruligur marutimur depil á hesum leidum.

 

– Tað var ein gleði at kunna bjóða manningini á Beautemps-Beaupré til konsertina hjá sangbólkinum KATA í Norðurlandahúsinum mánadagin og soleiðis geva teimum eina djúpari fatan av føroyskari mentan, sigur hon.