Mikukvøldið 18. mars frá klokkan 19-22 verður hugnakvøld á Báta- og Listasavninum í Leirvík við framløgum, sangi, kaffi og køkum.
- Í samband við sólarmyrkingina koma nógvir fremmandir gestir henda vegin, og vit fáa franskar gestir. Gestirnir eru úr franska felagnum fyri fólk við áhuga fyri astronomi.
Tað vita tey í Eysturkommunu at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at franska felagið javnan skipar fyri ferðum til sólarmyrkingar kring allan heim.
- Paul Castelnau hevur sæð 10 sólarmyrkingar, og hann fer at hava ein fyrilestur á enskum við heitinum "A Solar eclipse...a celestial Rendezvous", og fyrilesturin hjá Poul Castelnau byrjar klokkan 19.
Klokkan 20 verður ein kaffisteðgur, og í tímunum frá klokkan 20-22 verða tríggjar framløgur.
- Absalon Eliasen og Elsa Jacobsen siga frá sólarmyrkingini í juni í 1954, og Martin Fjallstein sigur frá stóru sólarmyrkingini, sum var á sumri í 1725. Hetta var samstundis tíðin, tá Uppsala-Pætur gjørdist bóndi á Húsamørk í Leirvík.
Í Eysturkommunu siga tey, at sangur eisini verður á skránni. Tiltakið í Báta-og Listasavninum er ókeypis, og øll eru vælkomin. |