Franklin Henriksen og John Ivar Venned besta filmin

Demokratia hevur í samstarvi við Klippfisk skipað fyri stuttfilmskapping við evninum ?Javnstøða í politikki? sum yvirskrift Fýra filmar komu inn til kappingina. Teir vórðu allir vístir á 8. mars haldinum í Norðurlandahúsinum, og eisini varð vinnarafilmurin avdúkaður.

Tað vóru teir báðir Franklin Henriksen og John Ivar Venned, sum vunnu virðislønina á 15.000 kr. fyri sín film, sum er uttan heiti.

Demokratia metir, at hesin filmurin lýkur krøvini, sum nevndin setti. Í filminum er eitt breitt úrval av fólki, sum kemur til orðanna við ymsum sjónarmiðum á evnið javnstøða í politikki.