Frank og Tommy í Smiðjuni

Tíðindaskriv
Smiðjan í Lítluvík

Fríggjadagin tann 16. juli letur upp listaframsýning við Frank Busk og Tommy Láadal Jensen í Smiðjuni í Lítluvík. Ferniseringin verður frá klokkan 17.00 til 20.00.
Frank Busk og Tommy Láadal Jensen eru báðir útbúnir á Det Fynske Kunstakademi í Odense. Teir hava áður arbeitt saman í listarbólkinum
"Fourmen", har teir millum annað vóru við í framførsluni "four men box cup 97" á Kulturministeriets framsyningarstað "Overgaden".
Frank er dani, og er hetta fyrstu ferð, hann hevur framsýning í Føroyum. Tommy er uppvaksin í Havn, men býr í Keypmannahavn. Hann hevur fleiri
ferðir havt listaframsýningar í Smiðjuni í Lítluvík.
Í framsýningin í Smiðjuni sýna báðir listamennininir fleiri ymiskar og litfagrar óljumálningar fram.
Upplatingartíðir: leygardag og sunnudag frá klokkan 12.00 til 19.00. Mánadag til týsdag frá klokkan 14.00 til 18.00. Framsýningin er frá 16.juli til 21. juli.