Innanríkisráðið leggur dent á, at Frank Elvin Trinkle er við í átakinum »Grindstop 2000«, sum verður framt av Sea Shepherd Conservation Society - serliga við skipinum Ocean Warrior
Millum annað hevur hann tosað við Pál Veihe, sum fleiri ferðir hevur ført fram, at grindin skjótt er so dálkað av grannum okkara, at hon ikki longur er etandi. Hetta heldur John Vidal vera eitt sera áhugavert sjónarmið.
Bretski blaðmaðurin fer aftur til London í dag, og væntandi verður tilfar hansara um grindadráp í Føroyum prentað einaferð í komandi viku.









