Framvegis www.dyt-dyt-dyt.fo

Hóast internetdeildin hjá Føroya Tele hevur fingið nýggja útgerð, hava brúkarar við uppringdum sambandi enn trupulleikar at fáa samband við internetið

Internetið gerst ein alsamt meirra nýttur samskiftismiðil kring allan heimin. Hetta er eisini galdandi í Føroyum, og hvønn dag legst til við internetbrúkarum hjá Føroya Tele. Tvey sløg av internetbrúkarum eru, og eru tað teir við uppringdum- og teir við føstum sambandi. Teir við føstum sambandi hava vanliga ikki teir stóru trupulleikarnir sleppa inn á og at nýta internetið, men nógvir brúkarar við uppringdum sambandi hava framvegis trupulleikar at sleppa inn á tað stóra samskiftisnetið, hóast Føroya Tele hevur fingið nýggja útgerð.


Eingir trupulleikar

Tá nýggja útgerðin varð sett upp fyrst í februar segði Páll Viberg Joensen, leiðari á internetdeildini hjá Føroya Tele við Sosialin, at nýggja internetútgerðin hjá Føroya Tele fór at tryggja kundunum støðugt samband, so at Føroya Tele allatíðina fór at halda seg frammanfyri kundatalið við útgerð, so at trupulleikar ikki fóru at stinga seg upp aftur viðvíkjandi sambandinum við internetið. Somuleiðis vissaði hann kundunum fyri, at nýggja útgerðin fór at gera, at tað ikki aftur fór at koma fyri, at ein ikki sleppur út á internetið orsakað av, at linjan er upptikin.