Koppseting
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað er framvegis ógreitt, hvussu nógv koppingarevni móti svínakrími føroyingar fáa, og hvussu raðfestingin av hvørjir vandabólkar og lyklapersónar í samfelagnum verða raðfestir hægst, sær út.
Í føroysku tilbúgvingarætlanini verður greitt frá, hvussu farast skal fram, um pandemiskt koppingarevni verður tøkt. Sum grundstøði skal hetta verða bjóðað øllum, men er talan um avmarkaða mongd av koppingarevni, verður koppað í eini nærri lýstari raðfesting eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum. Hesi tilmælini eru treytað av, hvussu álvarsom heimsfarsóttin er og hvørjir bólkar verða í serligum vanda.
Fyrst og fremst eru tað fólk í kendum vandabólkum, sum verða koppsett.
Vanliga er talan um eini 9.000 fólk. Næst skulu umráðandi funktiónir í heilsuverkinum haldast uppi, og tí verður roknað við at eini 900 heilsustarvsfólk verða koppsett. Stuðulsstarvsfólk og aðrir myndugleikar telja 700, meðan fólk á sosialum stovnum eru 2.000. Síðan eru tað fólk í flutningstænastu, postverki og telesamskifti, sum telja tilsamans 1000 fólk. Seinasti sernevndi bólkurin eru fólk í serligum, týdningarmiklum starvi innan privat virksemi, og her verður roknað við at eini 2.000 fólk skulu koppsetast. Tilsamans fevnir hetta um eini 16.000 fólk, sum er umleið ein triðingur av øllum fólkinum.
Eingin avgerð enn
Ætlanin í tilbúgvingarætlanini er ein vegleiðandi ætlanin, men henda skal so lýsast nærri, tá eginleikarnir hjá heimsfarsóttini, í hesum førinum svínakrím, eru betri kendir. Men hetta arbeiðið er eftir øllum at døma ikki liðugt enn.
Kári Rubek Nielsen, ið vikarierar fyri landslæknan Høgna Debes Joensen, greiðir frá, at hesir ivaspurningar eru viðgjørdir í føroyska pandemibólkinum og at tey bert koma við einum tilmæli, men at uppgávan at koma við endaligu avgerðini liggur í Heilsumálaráðnum.
Tey tilmæli, sum fyriliggja í løtuni, eru at bíleggja koppingarevni til 1/3 av fólkinum og bíðað verður eftir tilmælinum frá Sundhedsstyrelsen um, hvørjir vandabólkar og lyklapersónar skulu koppsetast. Men ein slíkur listi er ikki almannakunngjørdur enn, tó at væntað verður at tað verður í næstum.
Eitt ella tvey prik
Ein annar ivaspurningur, sum enn ikki er svaraður, er hvørt koppingarevnið, sum kemur, fer at krevja eitt ella tvey prik.
Vísir tað seg so, at koppsetingin bert krevur eitt prik, vænta Høgni Debes Joensen, landslækni, og Richard Schwartson frá landsapotekaranum, at talan verður um at víðka koppsetingina til 2/3 av fólkinum.
Men Kári Rubek Nielsen, virkandi landslækni, vísir á, at enn veit man ikki, hvussu nógv koppingarevni fæst, hvørki til Føroyar ella til Danmarkar, og tí er ógjørligt at vita, hvussu nógv verða koppsett, ella um talan verður um eitt ella tvey prik.
Influensutíð
Føroyska heystið er komið, og er hetta tíðin tá influensur aftur fara at herja. Kári Rubek Nielsen vísir á, at hóast nógv helst gerast sjúk fyri tíðina, er tað ikki vist, at hetta er eitt útbrot av svínakrími.
- Tað kann eins væl vera ein vanlig influensa, sum gongur, staðfestir hann.
Sambært Kára Rubek Nielsen er svínakrímið enn sum eitt vanligt krím, har vanlig frísk fólk koma at liggja sjúk í ein ella nakrar dagar og at sjúkutekinini eru tey somu, sum frammanundan fráboðað. Sjúkueyðkennini eru knappliga íkomin sjúka við yvir 38 stig Celsius, sjúkueyðkenni frá andaleið og pína í vøddum. Leyst lív kemur eisini fyri.
Eingin orsøk er hjá vanligum frískum fólkum at seta seg í samband við lækna, um tey halda seg hava svínakrím, men vandabólkarnir, sum eru fólk við niðursettum lungavirkni, astma, hjartasjúku, diabetes ella niðursettari immunverju. Um so er, skulu tey seta seg í samband við egnan lækna, um tey ella onkur í húsinum fáa influensa.
Eisini barnakonur, sum fáa influensusjúkueyðkenni, og foreldur at børnum undir 2 ár við influensueyðkennum, eiga at seta í samband við lækna.