Superliga
Eftir dystin í Silkeborg mánakvøldið er greitt, at tað framvegis eru trý feløg, sum eru bestu boðini upp á danska meistaraheitið í fótbólti. Brøndby er fremst, men bara eitt stig aftanfyri teir eru FCK og Silkeborg.
Hetta seinast nevnda felagið er tað einasta, sum hevur møguleikan at vinn the double. Hóskvøldið í síðstu viku vunnu teir seinnu hálvfinaluna í steypakappingini 3?0 á FCM. Í finaluni Kristi himmalferðardag skulu teir í Parkini spæla ímóti AB. Í landskappingini stríðist AB fyri at sleppa undan niðurflyting. Í steypakappingini megnaðu teir í seinnu hálvfinaluni málleysan javnleik í Viborg, og tá teir frammanundan høvdu vunnið 1?0 í Gladsakse, er greitt, at AB skal spæla ímóti Silkeborg ífinaluni.
AB hevur fleiri ferðir verið í finaluni, meðan finalan hósdagin í komandi viku verður tann fyrsta nakrantíð hjá Silkeborg.
At vinna 3?0 boðar oftast frá sannførandi avriki. Men mánakvøldið var tað ikki fyrrenn, tað restaðu átta minuttir, at tað var greitt, hvønn vegin sigurin skuldi fara.
Í 1. hálvleiki var heimaliðið komið framum við máli, sum Henrik Tømrer Petersen skoraði. Eftir steðgin royndi AaB at trýsta, við útskiftingum spentu teir álopsbogan, og teir høvdu onkrar møguleikar, sum landsliðsmálverjin, Peter Kjær, vardi væl fyri.
Átta minuttir undan leikloki skoraði innskifti Godwin Attram, og í síðstu løtu slerdi Henrik Tømrer Petersen sigurin rimmar fastan. Hann sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann úr sera spískum trillaði bóltin í málið.










