ÍSLAND
Mikukvøldið og hóskvøldið vóru dystirnir í sætta umfarinum í bestu íslendsku deildini spældir. KR var hóskvøldið í Grindavík, og úrslitið var málleysur javnleikur.
KR spældi undan vindinum í 1. hálvleiki. Tá høvdu teir fleiri møguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Rógvi Jaocbsen var allar 90 minuttirnar á vøllinum. Hann var miðframherji, og sambært heimasíðuna hjá felagnum fekk hann besta møguleikan í 1. hálvleiki. Rógvi royndi at temja og koma í eitt sindur betri støðu, og so varð hann taklaður.
KR er niðanfyri miðjuna, men heimasíðan heldur, at avrikið hesa ferð var betri, enn tað var, tá ið teir taptu í Oyggjunum. Vónað verður, at dysturin í Grindavík var fyrsta stigið burtur úr lítið hugaligu gongdini, sum hevur verið hjá KR í fyrsta triðinginum av kappingini.
FH av Hafnafirði er framvegis oddalið við fullum stigatali. Hesa ferð vóru teir í høvuðsstaðnum og spældu ímóti Vali, og FH vann 1-0. Talan var um toppuppgerð, tí undan sætta umfarinum vóru tað bara hesi bæði feløgini, sum høvdu fingið fulla úrtøku. Nú er FH trý stig frammanfyri Val, og frá høvuðsstaðarfelagnum og aftur til eitt annað felag úr Reykjavík, Fylkir, og Keflavík eru tað fimm stig.
Fylkir og Fram vóru í grannauppgerð í Reykjavík, og úrslitið var 1-1 ?róttur hølvaði botnliðið ÍBV av 4-0. Hjá ÍA gongur striltið. Á heimavøllinum í Akranesi taptu teir hesa ferð 2-1 ímóti Keflavík. ÍA og KR hava sjey stig.










