Framvegis skiftandi veður

Danska veðurstovan DMI væntar kaldari luft yvir Føroyum, men skiftandi veður annars komandi dagarnar.

Mánadagin fer eitt lágtrýst úr Norðsjónum í ein útnyrðing móti Føroyum og síðani í ein sunnan og útsynning. Síðani streymar kaldari luft niður yvir Føroyar úr norði.

 

Fyrrapartin mánadagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir fimm metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin øtlar hann vindin upp í eitt gul til andøvsgul av norði, 3 til 8 metrar um sekundið. Framvegis turt og kanska sær sólin. Um náttina veksur hann vindin og verður eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norði, 5 til 10 metrar um sekundið, og tað kemur regn úr einum landsynningi. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Týsdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul landnyrðingi og norði, 5 til 10 metrar um sekundið, sum minkar niður í eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn, mest regn fyrrapartin, og hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina verður eitt lot til andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað, men okkurt einstakt æl og hitin um 10 stig.

 

Mikudagin verður eitt lot til andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 2 til 7 metrar um sekundið, sum um náttina øtlar upp í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður av og á og hitin millum 9 og 13 stig.

 

Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein norðan og øtlar upp í eitt stívt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður í støðum og hitin millum 8 og 12 stig.

 

Fríggjadagin verður eitt andøvsgul upp í eitt stívt andøvsgul av norði, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin verður eitt lot til eitt gul av útnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og kanska sól, hitin um 10 stig.