Á Føroya Tele hava tey longu ávarað móti sokallaðu fupp-uppkøllunum nakrar ferðir, men hesi tykjast bara vaksa í tali. Tí hevur telefyritøkan í dag lagt soljóðandi tíðindaskriv á heimasíðu sína:
”Síðstu tíðina hava vit sæð ein stóran vøkstur í hesum uppkøllum, har tann, ið ringir upp, eftir øllum at døma leggur á, áðrenn tú svarar. Ringir tú aftur, kann tað kosta tær yvir 100 krónur um minuttin, tí talan er um eitt yvirtakserað telefonnummar, sum lokkar teg at ringja aftur.
Til ber at melda tílík telefonnummur við at fráboða tey hjá Føroya Tele, sum so kannar eftir, hvaðan tey koma, men tað er ikki vist, at nakað kann gerast við hetta, tí telefonnumrini skifta so títt, og tey kunnu eisini ringja frá einari teldu o.s.fr.
Tí ræður fyrst og fremst um hjá fólkum at ansa eftir og ikki ringja aftur, um tað er eitt ókent og løgið telefonnummar, sum onga meining gevur.
Nøkur góð ráð um fuppkøll:
1. Kanna um tað er eitt nummar, tú kennir, áðrenn tú ringir aftur
2. Kanna mongdina á talteknum. Minst t.d. at føroysk nummur hava seks siffur, donsk hava átta og byrja við +45 o.s.fr.
3. Hevur tú tann minsta ivan, so lat vera við at ringja aftur.”










