Teir fyrstu átta mánaðarnar er munandi minni komið upp á land av toski, hýsu og øðrum botnfiski enn somu mánaðir í fjør Upsin minkar einans eitt prosent samanborið við í fjør, og tað hevur við sær, at samlaða botnfiskanøgdin einans minkar 7 prosent í mun til 2006, sigur Hagstovan. Tað sama er galdandi, tá talan er um flatfiskin. Har er eisini ein minking í tonsum fyri øll fiskasløgini, og flatfiskurin hevur eina samanlagda minking á 14 prosent í mun til 2006.
Tað stendur nakað betri til við avreiðingarvirðinum. Samanlagt er virðið teir fyrstu 8 mánaðnar í ár minka áleið 17 mió. krónur ella 2 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør. Botnfiskurin er minkaður 2 prosent og flatfiskurin 7 prosent.
Sum eitt dømi um betri avreiðingarvirði nevnir Hagstovan toskin, sum í nøgd er minkaður 10 prosentum, meðan virðið er vaksið 6 mió. krónur ella 4 prosent. Eisini onnur fiskasløg so sum langasporl, gullaksur og stinglaksur hava størri avreiðingarvirði í ár enn um somu tíð í 2006 - umleið 8 mió. krónur ella 16 prosent.