Framvegis methøg smittutøl í USA triðja dagin á rað

Talið av deyðum við koronuvirus um dagin er vaksandi í USA og nærkast nú 1.000.

Triðja dagin á rað verður boðað frá methøgum tali av smittaðum um samdøgrið.

Tilsamans eru 77.638 fólk í USA staðfest positiv við koronuvirus seinasta samdøgrið. Tað er yvir 9.000 fleiri enn undanfarna samdøgrið og tað hægsta, síðani koronuvirusið breyt út í landinum.

Tað sæst í uppgerð frá Johns Hopkins University í nátt okkara tíð.

Samdøgrini frammanundan var talið av smittaðum ávikavist 67.000 og 69.000, sum tá vóru hægstu tøllini higartil.

Frammanundan metini seinastu trý samdøgrini hevði talið ligið millum 55.000 og 65.000 tíggju dagar á rað.

Talið av nýggjum smittutilburðum í USA hevur verið vaksandi síðani mai, tá statirnir so smátt fóru at lata uppaftur fyri at fáa gongd aftur á búskapin.

Serfrøðingar halda, at USA ongantíð er komið ígjøgnum fyrstu bylgjuna av koronusmittuni, har tað serliga hevur verið vaksandi í suður- og vesturstatunum.

Statirnir Arizona og Texas, sum eru hart raktir av koronuvirusinum, eru farnir at útvega sær kølibilar til at goyma lík í, tí líkhúsini eru full.

Í California hevur milliónabýurin Los Angeles mált higartil hægstu tøl av smittaðum við 4.592 nýggjum tilburðum upp á eitt samdøgur.

Í øllum USA eru yvir 3,6 milliónir smittutilburðir váttaðir, meðan yvir 139.000 eru deyð av virusinum, síðani farsóttin byrjaði, vísa tøl frá Johns Hopkins University.

Talið av nýggjum andlátum við koronu í eitt samdøgur nærkast aftur 1.000 eftir at hava verið munandi lægri í mai og juni.

Seinasta samdøgrið eru 927 amerikanarar afturat deyðir. Samdøgrið frammanundan var talið 974.

Donald Trump, forseti, hevur greitt frá, at orsøkin til vaksandi talið av smittaðum seinastu vikurnar er tann, at nógv fleiri fólk verða kannað.

/ritzau/AFP