Hóast Norðurkorea hevur fingið væl burtur úr landbúnaðinum í ár og hevur fingið nógva matvøruhjálp úr øðrum londum og serliga grannalandinum Suðurkorea teir seinastu mánaðirnar, hava norðurkoreanar framvegis ikki nóg mikið til matna.
Í síðstu viku vildi matvørustovnurin hjá ST vera við, at 40 prosent av norðurkoreanska fólkinum hava tørv á matvøruhjálp tað næsta árið.
Umleið 23 milliónir fólk búgva í Norðurkorera.