Framvegis galið við ljóskurvunum

Síðani hósdagin hava ljóskurvarnar í miðbýnum í Havn ikki virkað, og tað hevur sjálvsagt sett s ín dám á ferðsluna. Arbeitt hevur verið upp á brekið í fleiri dagar, men enn er trupulleikin ikki loystur.

Tað kemur fyri av og á, at ljóskurvarnar ikki virka, men vanliga gongur tað bara heilt stutt tíð, so er brekið rættað, og ferðslan gongur sína vanligu gongd aftur. Men líka síðani hósdagin hevur verið galið við ljóskurvunum á vegamótinum R. C. Effersøesgøta og Bøkjarabrekka í miðbýnum í Havn.

Noyðast kanska at boðsenda donskum serfrøðingi
Tað er Gøtuljós-deildin hjá Tórshavnar Kommunu, ið varðar av ljóskurvunum, og har verður sagt, at teir framvegis ikki hava funnið út av, hvat brekið er.
- Vit vita ikki, hvat tað er, sum er í ólagi, men vit halda, at tað er nakað við sjálvum kortinum. Vit fara at royna einaferð enn í dag at vita, um vit fáa loyst trupulleikan. Gongur tað ikki, verður tað neyðugt hjá okkum at boðsenda sefrøðingi úr Danmark, var sagt hjá Gøtuljós mánamorgunin. Sagt verður, at av tí at tað er so sjáldan, at nakað er galið við ljóskurvunum, hava teir ikki so nógvar royndir í at arbeiða við hesum, og tí kann tað gerast neyðugt við serkønari hjálp úr Danmark.

Ferðslan gongur væl
At ljóskurvarnar eru sløktar, kann skapa eitt sindur av ruðulleika í ferðsluni, men á politistøðini í Havn verður sagt, at tað hevur gingið bara heilt væl.
- Vit vóru úti fríggjamorgunin og eygleiddu ferðsluna, og tað vísti seg, at hon gekk bara heilt væl. Óivað gekk hon betur, enn tey flestu høvdu væntað. Tí hava vit valt ikki at blanda okkum ov nógv, so leingi sum ferðslan gongur so væl, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.