Tað hevur aftur verið ófriðarligt í fleiri egyptiskum býum í dag og í kvøld, og læknar siga fyri altjóða tíðindastovunum, at ein løgreglumaður og ein mótmælismaður hava latið lív. Sostatt hevur ófriðurin nú kravt seks mannalív.
Mótmælisgongurnar í gjár vóru tær størstu í Egyptalandi í 30 ár, og hóast innanríkisráðið hevur bannað øllum mótmælistiltøkum, vóru fleiri túsund fólk aftur í gøtunum í dag og í kvøld.
Eygleiðarar siga, at mótmælistiltøkini í Tunesia hava ávirkað fólk í Egyptalandi, har fólk eru misnøgd við gernadisdagin og tey politisku viðurskiftini. Í Tunesia noyddu mótmælini forsetan at fara frá og at flýggja av landinum, og í Egyptalandi krevja mótmælisfólk Hosni Mubarak, forseta og stjórnina frá.










