Framvegis fjálgt at vera bankastjóri

Eik Banki hevur verið gjøgnum truplar tíðir við húsagangi og endurstovnan, og er í dag ein nógv minni banki enn fyri fáum árum síðani.

Kortini er stjóralønin omanfyri 200.000 krónur um mánaðin.

Sambært júst almannakunngjørda roknskapinum fyri 2012 Eik Banka er lønin til Súna Schwartz Jacobsen smáar 2,6 milliónir krónur. Harumframt kemur fríur stjórabilur.

Sjálv lønin var smáar 2,2 millión, umframt smáar 400.000 krónur í pensjón.

Í mun til leiðsluna í ”gamla” Eik Banka, so hevur sitandi leiðsla sambært roknskapinum onga bonusskipan. Hvørki nevnd, stjórn ella starvsfólk eru fevnd av nakrari bonusskipan, verður upplýst í roknskapinum.

Tað er eisini lønandi at sita í nevndini í Eik Banka. Nevndarformaðurin Torben Nielsen fær 630.000 krónur, næstformaðurin Gunnar í Liða fær 420.000 krónur, meðan hinir nevndarlimirnir í bankanum fáa 210.000 krónur í part fyri ómakin.

Umframt nevndarformannin og næstformannin hava hesi fingið 210.000 krónur í nevndarsamsýning í fjør: Ben Arabo, Jóhannes Danielsen, Jørn Astrup Hansen, Birgir Mohr, Kristian Østergaard, Jónleif Th. Jacobsen og Sverri Justinussen.