Framúr góður hondbóltsdystur á Hálsi!

Helst besti hondbóltsdysturin í hesum kappingarárinum varð spældur ímillum Neistan og H71 fyrr í dag.

Ein dystur er blivin spældur í FTZ-deildini hjá monnum í dag. Dysturin var ímillum Neistan og H71, og varð hann spældur í høllini á Hálsi.

 

Hóast hoyvíkingar taptu fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum farna mikukvøld ímóti StÍF, so vóru teir greiðir favorittar undan hesum dystinum. 

 

Tað gekk eisini upp á stás hjá H71 í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 7-14 til H71, og ongin ivi tóktist at vera um, at hendan dystin fór H71 at vinna. Fyrri hálvleikur, og fyri sovítt eisini restin av dystinum, var merktur av, at Jónas Djurhuus hjá H71 fekk reytt kort. Hetta gjørdi sítt til, at menn gjørdust eyka tendraðir, og mangan lógu leikarar eftirá orsakað av hørðum takklingum.

 

Av tí sama blivu nógvar útvísingar givnar ígjøgnum dystin. Ein av teimum meira margháttiligu hendingunum í dystinum var, tá ið Helgi Hoydal hjá H71 skuldi sita uttanfyri í fýra minuttir. Fyrst fekk hann tveir minuttir útvísing, og tað var hann týðiliga ónøgdur um. Á veg av vøllinum segði hann eitthvørt við dómaraparið, Una og Hannis Wardum, og tað gjørdi, at hann fekk eina útvísing afturat. Altso tvær ferðir tveir minuttir.

 

Í byrjanini av seinna hálvleiki var onki, sum bendi á, at H71 skuldi missa sigurin. Støðan gjørdist 17-11, men brádliga ressaðust neistamenn. Stútt og støðugt minkaði leiðslan hjá H71, og støðan gjørdist 18-18. Flotta comebackið hjá Neistanum fekk av álvara áskoðarafjøldina at vakna. Síðstu løtuna í dystinum var høllin á Hálsi av sonnum á gosi.

 

Endin í dystinum var sera spennandi. Álopsspælið hjá H71 var darvað av fráveruni hjá Jónas, og sum steinur oman á byrðu gjørdist Peter Krogh skaddur í seinna hálvleiki. Hann kom tó somikið fyri seg, at hann fekk spælt í teimum seinastu 10 minuttunum. Samstundis riggaði verjan hjá Neistanum heilt framúr væl, og var góða verjan helst høvuðsorsøkin til, at tað eydnaðist teimum blaú at fáa úrtøku burturúr stríðnum.

 

Tó bleiv ongin vinnari funnin í dystinum, tí at hann endaði 20-20. Hetta úrslitið var kanska eisini rættvíst á tann hátt, at bæði liðini høvdu uppiborið stig fyri at geva áskoðarunum ein so góðan og spennandi dyst sum tann, ið varð spældur í dag.

 

Fleiri mannfólkaavrik eru at taka burturúr frá dystinum. Nicholas Satchwell stóð ein meistarligan dyst í málinum hjá Neistanum, og eisini var Beinur Davidsen ein sannur brandur í neistaverjuni. Afturat hesum gekk Rói Berg Hansen á odda í álopinum, og gjørdist hann toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum.

 

Hjá H71 var Peter Krogh, sum vant, toppskjútti. Hann skoraði eisini sjey mál, men danski stórskjúttin hevur spælt betri dystir enn hendan. Tað eydnaðist Neistanum at temja danska stórskjúttanum rættiliga væl eftir umstøðunum. 

 

Samanumtikið var dysturin ein framúr góð áskoðarauppliving, og kunnu bæði liðini fara í jólafrí við góðari samvitsku eftir hendan dystin.

 

Neistin-H71 20-20 (7-14)

 

Reytt kort: Jónas Djurhuus

 

Neistin: Rói Berg Hansen 7, Jugoslav Djumic 3, Teis Horn Rasmussen 3, Andras Joensen 2, Hjalti í Jákupsstovu 2, Sjúrður Thomasen 1, Torkil Hentze 1 og Beinur Davidsen 1.

 

H71: Peter Krogh 7, Pætur Thomsen 5, Rúni V. Højgaard 2, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Nolsø 1, Andor Sivertsen 1, Helgi Hoydal 1, Jónas Djurhuus 1 og Tróndur Arge 1.