Royndirnar hjá norsku bátasmiðjuni byggja á gransking hjá granskingarstovninum Sintef, sum millum annað er komin eftir, at bara millum 60 og 70 prosent av brennievninýtsluni hjá fiskiførum fara til sigling til og av fiskileið. Somuleiðis verður staðfest, at av teirri tíðini, sum eitt fiskifar er úti, fara bara eini 25 prosent til sigling millum land og fiskileið. Tað merkir, at rættiliga nógva tíð gongur dieselmotorurin í tómgongd.
Málið við royndunum hjá Selfa Arctic er at broyta hesi viðurskiftini. Hugskotið er, at við at seta ein battaríriknan elmotor í bátin, slepst undan at hava dieselmotorin gangandi í tómgongd tað mesta av degnum. Tað gevur minni slit á dieselmotorin, CO2-útlátið minkar, og so sleppur manningin undan ganginum frá dieselmotorinum.
Ætlanin er, at battaríni, sum skulu brúkast, skulu klára millum 4.000 og 15.000 endurløðingar, og tað merkir sambært teimum kønu, at battaríini halda umleið 25 ár ella á leið líka leingi sum ein vanligur dieselmotorur.
Gongst sum ætlað, verður tann fyrsti elrikni útróðrarbáturin klárur í heyst.









