Framtaksgrunnurin endavendast á tingi

Tórbjørn Jacobsen hevur sett Bjarna Djurholm 13 spurnar í sambandi við, at landsstýrismaðurin 1. apríl skifti út nevndina í Framtaksgrunninum. Tingmaðurin vil hava greiðu á, um landsstýrismaðurin royna at seta fólk í nevndir, sum gera sum landsstýrismaðurin vil

? Tað hevur verið róð framundir, at nevndin í Framtaksgrunninu, sum sat frammanundan 1. apríl í ár ikki fekst at makka rætt, soleiðis sum landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, vildi tað, sigur Tórbjørn Jaocbsen, løgtingsmaður Tjóðveldisfloksins, sum nú fer at seta Bjarna Djurholm ein skrivligan fyrispurning um nevndarvalið í Framtaksgrunninum.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at tað vakti miklan ans herfyri, tá nevndin í Framtaksgrunninum legði frá sær. Sagt varð beinleðis, at nevndin ella onkur av nevndarlimunum var komin undir politiskt trýst frá landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm.
Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur tjóðveldistingmaðurin, at fyri fáum árum síðani var tað ein ringur politiskur óvani, at flokkar sum sótu í samgongu, valdu sínar egnu partísoldátar inn í nevndir og ráð, onkuntíð upp á hvamsvís, men ofta við eini greiðari flokspolitiskari ætlan.
? Fakligar ella menniskjansligar dygdir høvdu mangan ongan týdning. Bara partapolitiska stemplið avgjørdi, um tú nú einaferð var hin rætti ella ikki, sigur hann.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at hetta lagið tó hevur verið frægari seinnu árini, men at vend nú tykist vera komin í ? og sigur hann, at fleiri slík dømi hava verið frammi seinastu tíðina.
? Hetta er ein støða, sum eitt siviliserað nútíðarsamfelag als ikki kann liva við, heldur hann.
? Málið um Framtaksgrunnin er eitt álvarsmál, ikki minst orsakað av, at grunnurin umsitur ein rættiliga stóran part av føroyskari vinnu. M. a. umleið helmingin av flakavinnuni á landi. Og hartil størsta søluapparatið í landinum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann heldur, at serliga í hesum tíðum, tá tosað verður um at einskilja fyritøkurnar hjá grunninum, er tað rættiliga avgerandi, at tey átøk, sum nevndin ger, tæna fólksins áhugamálum sum best.
? Um so er , at nevndarskiftið varð ætlað sum ein roynd at kjálka frá hesum atliti, soleiðis, at seráhugamál í samfelagnum kundu lívgast í staðin, so er av álvara vandi á ferð, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum heldur tað vera av størsta týdningi fyri samfelagið, hugburðin í samfelagnum yvirhøvur, at fólk verða sett í størv og nevndir eftir dugnaskapi og persónligum eginleikum, og at flokspolitisk atlit ikki eru avgerandi fyri, hvør verður valdur, og hvør verður vrakaður.

Tórbjørn Jaocbsen vil hava Bjarna Djurholm at svara hesum 13 spurningum:

1: Eftir hvørjum metingarstøði (kriterium) verða limirnir í Framtaksgrunninum valdir?
2: Er Framtaksgrunnurin suverenur og sjálvstøðugur í sínum avgerðum?
3: Hvør var ítøkiliga orsøkin til, at undanfarna nevnd í Framtaksgrunninum bráddliga legði frá sær?
4: Tað hevur verið alment frammi, at ósemja var millum undanfarnu nevnd í Framtaksgrunninum og Bjarna Djurholm, landsstýrismann. Hvør var tann ítøkiliga orsøkin til hesa ósemju?
5: Landsstýrismaðurin var ónøgdur við leikluturin hjá fyrrverandi nevndarlimunum í Framtaksgrunninum. Hvørji viðurskifti vóru tað, ið landsstýrismaðurin serstakliga hefti seg við?
6: Hvussu nógvir av núverandi nevndarlimunum í Framtaksgrunninum eru valdir eftir tilmæli frá umsitingini í Vinnumálaráðnum?
7: Er tað rætt, sum nú ljóðar frá, at umsitingin hjá landsstýrismanninum beinleiðis frámælti, at onkur av nýggju nevndarlimunum varð valdur?
8: Hvørji mál sambært viðtøkum Framtaksgrunnsins metir landsstýrismaðurin, at nýggja nevndin kann røkka, sum fyrrverandi nevndin, eftir hansara tykki, ikki megnaði at fremja?
9: Skipar nevndin fyri Framtaksgrunnin seg sjálva, ella skal landsstýrismaðurin sambært viðtøkum ella øðrum reglum skjóta upp formannin í nevndini?
10: Hevur landsstýrismaðurin sjálvur skotið upp ella óbeinleiðis róð fram undir, at ávísur persónur skuldi gerast formaður í nevndini, hetta áðrenn nevndin hevði skipað seg?
11: Hevur nevndin rætt til at skipa seg uttan, at allir nevndarlimirnir eru valdir ella hava havt møguleika fyri at luttikið í hesi avgerð?
12: Eigur tað at fáa avleiðingar, um so er, at nevndin hevur skipað seg uttan, at allir nevndarlimirnir eru valdir ella hava havt møguleika fyri at luttikið í hesi avgerð?
13: Kann landsstýrismaðurin, annaðhvørt hann svarar játtandi ella noktandi uppá spurning 12, geva Løgtinginum eina grundgeving fyri síni niðurstøðu?