Hetta skuldi verið ein gleðisdagur burturav, men tað er tað ikki heilt, tí enn væntar nógv í stríðnum um tað rættvísa samfelagið – enn er nakað væl eftir á mál -
Framtíðin kemur av sær sjálvari – men tað ger framburður ikki.
Rákið í Føroyum er greitt – Munurin millum fólk veksur – tey sum eru væl fyri, gerast betur fyri – og tey, sum ikki høvdu so nógv fyri nøkrum árum síðani – tey standa í stað.
Tølini tala sítt greiða mál. Ein kanning frá seinastu viku vísir, at Keypiorkan hjá limunum í arbeiðarafeløgunum stendur í stað – hetta er ikki nóg gott – meini so við – tað gongur væl í Føroyum – fólk flest hava merkt ein risa framburð seinastu árini – men keypiorkan hjá arbeiðaranum stendur í stað.
Hetta merkir at vit fáa eitt samfelag har ójavnin gerst rættuliga sjónligir.
Láglønt í Føroyum merkja ikki, at tað gongur væl í samfelagnum – hetta kann ikki verða rætt.
Tað er ongin, sum veruliga ynskir sær eitt samfelag, sum er merkt av stórum gjógvum.
Tað er kortini ikki bara arbeiðarin, sum merkir á tað egnum kroppi, at samfelagið er á vanda kós. Eisini aðrir samfelagsbólkar eru við sviðu soð.
Um vit taka pulsin á Føroyum í dag og hyggja at ymiskum samfelagsbólkum – hvussu er støðan tá?
Hvussu er við teimum heimleysu?
Hava menningartarnaði tað nóg gott? –
Hvat við einligum mammum?
Hvat við fólki, sum liva av forsorgarhjálp?
Hvat við teimum, sum fáa fyritíðarpensjón?
Hvat við sálarsjúkum?
Spurningurin er eisini um samfelagið rúmar øllum føroyingum?
Sum tað sær út í løtuni er svarið nei. Vit megna ikki at skapa eitt samfelag, har øll fáa lut í framburðinum.
Tì eiga vit at brúka henda 1. mai til klárt og tíðiliga at taka aftur í orðini um at Her má vend koma í - og so kunna vit møguliga leggja afturat, at tað má altso verða nú. Vit hava ikki ráð at bíða til 2015 – Málið snýr seg í dag um, at tú og eg, og grannin og hasin kraft originalurin niðanfyri hava tað gott í dag.
Tað er ongin ivi um, at politiski mynduleikin hevur amboðini, ið skulu til, fyri at tryggja at allir samfelagsbólkar fáa ágóða av framburðinum í føroyum – og mangla tey onkur amboð so er at skaffa tey – og tað er at skaffa amboðini nú.
Spurningurin er bara um viljin er at brúka hesi amboð so at framburðurin kemur teimum til góðar sum hava mest brúk fyri honum.
Tað er heldur ongin ivi um, at fakfeløgini hjá tímaløntum hava eina stóra avbjóðing fyri framman. Fakfeløgini mugu tryggja, at limir teirra fáa nøktandi liviumstøður og áhaldandi gera vart við tann ójavna sum valdar millum samfelagsbólkar í Føroyum í dag.
Í dagsins Føroyum er tilknýti hjá okkum til arbeiðsmarknaðin avgerðandi fyri, hvørja vælferð vit fáa.
Arbeiðsmarknaðurin er trygdin undir arbeiðsloysisskipan, undir barsilsskipan, undir frítíðarløn, undir pensjónsskipan – tryggingar verða ornaðar á arbeiðsmarknaðinum og so kundi eg hildið á.
Hetta rák kenna vit úr USA – har er tað mangan so, at hevur tú ikki eitt gott arbeiði við góðum tryggingum av øllum møguligum slagi, ja so hevur tú onga vælferð –
Spurningurin er, hvat tað fer at gera við okkara samfelag framyvir, at vaksandi partur av tí, sum vit síggja sum vælferðartænastur, er beinleiðis treytað av tilknýti okkara til arbeiðsmarknaðin.
Vit kunna í dag staðfesta, at tað er ein lønargjógv í Føroyum – limirnir hjá Føroyar arbeiðarafelag forvunnu í 2005 168.000 kr í meðal.
168.000 kr – hetta er ikki nógv, men hetta er inntøkan hjá einum stórum parti av føroysku løntakarunum.
Skattapolitikkurin hjá samgonguni hevur ikki bøtt upp á gjónna, tvørturímóti!
Fer henda lønargjógv at forfylgja limunum hjá Føroya Arbeiðarafelagnum, tá ið tey hava brúk fyri vælferðartænastum – svarið er ja - sjálvandi ger tað tað, tá ið nógvir ágóðar eru treytaðir av – hvat tín inntøka hevur verið -
Tað nýggjasta dømi um hetta er framtíðar pensjónin – pensjónin hjá fólki skal, sambært landsstýrinum framyvir byggja á 3 súlur – Samhaldsfasti og ein viðbót frá landinum er ein súla – pensjónin á arbeiðsmarknaðinum er ein súla – og hin triðja súlan er tað møguliga, sum fólk spara upp við síðuna av!
Við øðrum orðum kunna vit vænta, at tann møguligi stættarmunur sum er, meðan vit arbeiða, fer at forfylgja okkum í ellisárum – er hetta rætt???
Ein annar viðkomandi spurningur at seta sær er, hvat við teimum, sum av eini ella aðrari orsøk ikki koma á arbeiðsmarknaðin – – skal so ongin vælferð vera til teirra, - Føroyski arbeiðsmarknaðurin er í øllum føri ikki serliga rúmmligur í løtuni!
OG hvat við teimum, sum hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman???
Tað er ein sannroynd, at tað kostar 12 ferðir eina arbeiðaraløn at seta búgv í Tórshavn í dag - og í øðrum stór plássum síggja vit eisini, at tað verður munandi dýrari at seta búgv.
Hetta kann gerast ein stórur trupulleiki fyri framtíðar búseting í Føroyum.
Tað eru so nógvir tílíkir samfelags spurningar, sum fakfeløg mugu fyrihalda seg til í dag og framyvir, tí at vælferðarspurningar - eru spurningar um tilknýti til arbeiðsmarknaðin – tí skulu fakfeløg hava eina meining og tí skulu fakfeløg seta dagsskránna í samfelagnum
– fyri at kunna gera hetta ordiligt er neyðugt at standa saman
– tað er neyðugt við øktum samstarvi millum fakfelagsrørsluna -
Áðrenn eg fari at takka fyri meg vil eg eisini heita á tykkum um at minnast tær kvinnur og teir menn, sum nógvastaðni í heiminum mugu offra alt í stríðnum fyri rættvísinum.
Hjá okkum er tað ein sjálvfylgja, at tú ikki forfylgir fólki, tí tey eru fakliga virkin – Ingeborg Vinther – Hans Joensen – Jan Højgaard - Vígdis Jóhannesen – Eyðstein Petersen- Gunnleivur Dalsgarð – Vár í Gongd og aðrir fakfelagsleiðarar nýtast ikki at vera bangin fyri, at løgreglan búrar tey inni, tí tey hava tala at –
Ella bara tí at tey stríðast fyri sínum limum– men hetta er ikki ein sjálvfylgja í nógvum pørtum í heiminum í dag – minnist til hetta – tað hevur heldur ikki altíð verið fakfelagsfrælsi í Føroyum-
Mín áheita á tykkum, sum standa her í dag er, – far og føl pulsin á samfelagnum - kanska er tað ikki heilt tað paradísi á jørð, sum vit halda tað er, men tað er gjørligt at broyta tað – tað krevur bara, at vit hava dirvi at hyggja at, hvat tað er sum gongur fyri seg í samfelagnum – og síðani handla.
Meðan vit bíða eftir heimsins besta samfelagið mugu og skulu vit øll hava tað gott – bæði materielt men eisini andaliga.
Takk fyri meg og minnist til - framtíðin kemur av sær sjálvari – tað ger framburður ikki.