Framtíðin hjá Ronaldinho avgjørd

Tað hava verið søgur um, at hann skal aftur til Brasil at spæla. Eisini skal hann hava verið ávegis til David Beckham og LA Galaxy og mín sann um ikki eisini pornokongarnir í West Ham, David Gold og David Sullivan, hava verið eftir superstjørnuni í AC Milan.

 

- Hann er AC Milan leikari og vit fara ikki at selja hann. Møguleikin kemur ikki eingongd upp á tal. Ronaldinho hevur ongantíð ynskt at sleppa fekk úr felagnum og hann verður her komandi ár, sigur vara-forsetin í AC Milan, Adriano Galliani.

 

AC Milan royndi seg í fjør við brasilska Leonardo sum venjara, men hóast hann og eigarin av AC Milan, Silvio Berlusconi, vóru væl, so kundu teir ikki einast um taktikkin. Nýggjur í starvinum er Massimiliano Allegri. AC Milan hevur styrkt seg við málmanninum Marco Amelia, Mario Yepes og Sokratis Papastathopoulos.

 

- Um ongin leikari fer úr felagnum, so verður hetta liðið til komandi ár. Um onkur verður seldur, so kemur onkur í staðin. Fer ein miðal leikari frá okkum, so kemur ein miðal leikari í staðin. Fer ein stjørna úr felagnum, so kemur ein stjørna í staðin, men eg vanti at hetta verður liðið, sigur Adriano Galliani.

 

Ronaldinho hevur sáttmála við AC Milan til 2011. Ronaldinho er eftir hondini blivin 30-ár og hevur spælt 87 landsdystir fyri Brasil. Ronaldinho skifti í 2003 til Barcelona, har hann var við í einum kollveltandi Barcelona liðið, ið vann millum annað Champions League. Í 2008 skifti hann til AC Milan, har hann hevur spælt 65 dystir og skorað 20 mál.