Framtíðarsamfelagið krevur fleiri brúkaragjøld til at fíggja vælferðarsamfelagið

Útreiðslurnar til almanna- og heilsuverkið í Danmark fara at veksa nógv í komandi árum, samstundis sum pensjonistarnir gerast meiri og meiri múgvandi. Tí kann tað gerast neyðugt við fleiri brúkaragjøldum, heldur ein danskur professari. Í hvussu er verður neyðugt við nýhugsan.

Seinastu mánaðarnar hava politikarar í londum sum Noregi, Fraklandi, Týsklandi og Italia tosað um, at tað verður neyðugt við munandi broytingum í tí vesturevropeiska vælferðarsamfelagnum fyri at standa ímóti teimum stóru útreiðslunum, sum broytingin í fólkasamansetingini fer at krevja í komandi árum. Allastaðni er gongdin tann sama: Talið á eldri fólki veksur skjótt, samstundis sum færri og færri verða á arbeiðsmarknaðinum at fíggja vælferðina.

Danmark sleppur heldur ikki undan hesari gongdini, og ein framrokning, sum nakrir óheftir búskaparfrøðingar hava gjørt, vísir, at verður samfelagsmynstrið í dag flutt fram til 2040, høvdu 97 milliardir krónur vantað í teimum almennu kassunum. Sjúkrahúsini høvdu havt brúk fyri 17 milliardum krónum afturat, sjúkratryggingini hevði vantað seks milliardir, og til heimahjálp og aðra umsørgan hevði verið tørvur á 16 milliardum krónum afturat.

Samstundis vísir framrokningin, at viðurskiftini hjá teimum donsku pensjonistunum fara at broytast nógv. Í ár hava 70 prosent av pensjonistunum í Danmark 125.000 krónur í ársinntøku, men í 2040 fer ávirkanin av arbeiðsmarknaðarpensjónunum at vísa seg av álvara, soleiðis at tá fara næstan helmingurin av teimum donsku pensjonistunum at hava meiri enn 200.000 krónur í inntøku um árið.

Kjeld Møller Pedersen, professari á Syddansk Universitet, sigur við Berlingske Tidende, at tølini í framrokningini eru sera áhugaverd, og hann heldur, at tað er neyðugt við øðrvísi hugsanum fyri at fáa javnvág í teir almennu kassarnar.

-Sum heild noyðast vit at umhugsa, um tað yvirhøvur ber til at fíggja ta almennu vælferðina við skattinum, ella um vit noyðast at nýta fleiri brúkaragjøld. Sum er gjalda brúkararnir ein fimtapart av útreiðslunum á heilsuøkinum, og tann skipanin kann eisini nýtast á øðrum økjum sum eitt nú til heimahjálp. Spurningurin fer at stinga seg upp, sama um politikararnir vilja tað ella ikki, sigur Kjeld Møller Pedersen.